Føroyska A-landsliðið tapti greitt fyri einum góðum og væl spælandi týskum landsliðið á AWD Arena í Hannover
Við einum máli í fyrra hálvleiki, og tveimum málum eftir steðgin, vann Týskland 3-0 móti Føroyum í HM-undankappingardysti á AWD Arena í Hannover.
Týski sigurin kundi verði væl størri, men Gunnar Nielsen í føroyska málinum stórbjargaði fleiri ferðir. Og saman við miðverjunum báðum, Rógva Baldvinsson og Odmar Færø, syrgdi føroyski málverjin fyri, at Týskland ongantíð fekk møguleikan at eyðmýkja Føroyar.
Mario Götze legði Týskland á odda 1-0, tá dysturin var góðan hálva tíma gamal, og við tveimum málum í seinna hálvleiki, syrgdi Mesut Özil fyri 3-0 sigrinum hjá týskarum.
Ein annar dystur er eisini spældur í HM-undankappingarbólki 3 í kvøld. Á heimavølli tók Kasakhstan móti Írlandi, og við tveimum málum beint fyri leiklok, eydnaðist tað Írlandi at vinna 2-1.
Næsti HM-undankappingardystur hjá føroyska A-landsliðnum verður á Tórsvølli fríggjadagin 12. oktober, tá sviar vitja í Føroyum.