Føroyska kvinnulandsliðið tapti greitt 3-0 í HM-undankappingardystinum ímóti Póllandi
Føroyska kvinnulandsliðið tapti eisini seinna dystin ímóti Póllandi í hesari HM-undankappingini.
Úrslitið á Svangaskarði gjørdist 3-0 til polsku gestirnar, sum vóru á odda við tveimum málum í steðginum.
Í seinna hálvleiki var føroyska liðið nógv meiri við í dystinum, men tað eydnaðist tó Pólandi at staðfesta 3-0 sigurin stutt undan dystarloki.
Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður tann 19. juni, tá oddaliðið í bólkinum, Svøríki kemur til Føroyar at spæla.