Nú er greitt, at landsdysturin millum Thailand og Føroyar hósdagin 21. februar, verður spældur á Suchalasai Stadium í Bangkok
Ókeypis atgongd verður til dystin, tá Thailand og Føroyar møtast í venjingardysti á Supachalasai Stadium í Bangkok, hósdagin 21. februar

Dysturin verður spældur kl. 19:00 lokala tíð (kl. 12:00 føroyska tíð).

Supachalasai Stadium, sum er tjóðarleikvøllurin hjá Thailandi, liggur í Pathum Wan í Bangkok.

Leikvøllurin bleiv bygdur í 1935 og hevur pláss fyri umleið 20.000 áskoðarum.