U21-landsdysturin millum Føroyar og Danmark 15. august verður ikki spældur í Klaksvík kortini. Í staðin verður spælt á Ovara Vølli í Gundadali
Um góðar tveir mánaðar skal føroyska U21-landsliðið aftur í eldin, tá Danmark kemur á vitjan. Higartil hevur føroyska liðið spælt allar sínar heimadystir í hesari undankappingini á Ovara Vølli í Gundadali, og soleiðis verður eisini ímóti dønum.

Ætlanin var annars, at dysturin ímóti Danmark skuldi spælast við Djúpumýru í Klaksvík.

Men eftir at umboð fyri UEFA hava verið í Føroyum og kannað umstøðurnar, er niðurstøðan hon, at umstøðurnar kring vøllin við Djúpumýru ikki lúka krøvini, ið verða sett til altjóða dystir.

Millum annað eru ikki nóg nógv sitipláss til áskoðararnar, umframt at fjarstøðan millum girðingina og vøllin heldur ikki er í lagi.

Tí hevur Fótbóltssamband Føroya avgjørt, at EM-undankappingardysturin fyri U21-landslið, millum Føroyar og Danmark tann 15. august, verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali í Havn.