Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA hevur føroyska landsliðið flutt seg fimm pláss upp eftir listanum, og er nú nummar 170 í heiminum
Hóast Føroyar herfyri taptu tepurt fyri Malta, so hevur føroyska A-landsliðið við monnum flutt seg rætta vegin á seinasta styrkislistanum hjá FIFA.
Seinasta mánaðan hava Føroyar flutt seg fimm pláss upp eftir listanum, og eru nú nummar 170 á styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni.
Nummar 1 á listanum er Spania, meðan Týskland er nummar 2 og Argentina er á 3. plássi.
Fremsta norðurland er Danmark, sum á seinasta lista er nummar 25, tvey pláss frammanfyri Svøríki, meðan Ísland er á 50. plássi.
Tilsamans eru 209 lond á styrkislistanum hjá FIFA.
Topp 10:
1. Spania
2. Týskland
3. Argentina
4. Kolumbia
5. Portugal
6. Uruguay
7. Italia
8. Sveis
9. Holland
10. Brasil
Norðurlond:
25. Danmark
27. Svøríki
50. Ísland
54. Norra
64. Finnland
170. Føroyar