Føroyska fótbóltslandsliðið er farið eitt pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA, eftir dystirnar móti Svøríki og Írlandi
Hóast Føroyar spældu tveir tættar og spennandi dystir ímóti Svøríki og Írlandi fyri góðum mánað síðani, og við eitt sindur av hepni kundu fingið okkurt stig, so hava tapini kosta á seinasta FIFA-styrkislistanum.

Altjóða fótbóltssamgongan hevur í dag almannakunngjørt seinasta styrkislistan hjá felagsskapinum, og sambært listanum eru Føroyar nú nummar 158 í heiminum, av teimum 207 londunum, sum eru limir í FIFA.

Danmark fremsta norðurland
Verandi europa- og heimsmeistararnir, Spania eru framvegis fremstir, meðan Týskland, sum Føroyar taptu 3-0 ímóti fyri tveimum mánaðum síðani, er næstbesta fótbóltslandslið í heiminum, sambært seinasta FIFA-styrkislistanum.
Fremsta noðurland er Danmark, sum nú er á 22. plássi, eitt pláss frammanfyri Svøríki, meðan Norra er nummar 26.

Topp 10-listin:

Nr.

Land

1.

Spania

2.

Týskland

3.

Argentina

4.

Portugal

5.

Italia

6.

Ongland

7.

Holland

8.

Kolumbia

9.

Russland

10.

Kroatia

22.

Danmark

23.

Svøríki

26.

Norra

91.

Finnland

96.

Ísland

158.

Føroyar