Føroyska fótbóltslandsliðið er farið tvey pláss aftur, og eru nú á 118. plássi á seinasta styrkislistanum hjá FIFA
Føroyar, sum á FIFA-listanum liggja ímillum afrikansku londini Congo og Kenya, hava 284 stig. Hetta er 29 stig fleiri enn Ísland, sum føroyska A-landsliðið skal spæla vinardyst ímóti tann 15. august. Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Ísland á 131. plássi.
Danmark er farið tvey pláss upp, og er nú á 9. plássi. Hetta er fyrstu ferð danska landsliðið er í topp 10 síðani august 1997.
Í oddinum er framvegis Spania, meðan Týskland nú er á 2. plássi, eftir at Holland er farið tvey pláss niður eftir listanum.
Merkisvert er, at Uruguay er nummar trý, frammanfyri suðuramerikansku kappingarneytar Brasilia og Argentina, sum eru á ávikavist 6. og 10. plássi á FIFA-listanum. Hetta er tað hægsta, sum Uruguay nakrantíð hevur verið á FIFA-styrkislistanum.
Svøríki, Noreg og Finnland liggja ávíkavist nummar 17, 24 og 79.
Næsti FIFA-styrkilisti verður kunngjørdur 9. mai, sambært heimasíðuni, FIFA.com.