Føroyska fótbóltslandsliðið hevur sett met á styrkislistanum hjá FIFA, og er nú nummar 103 í heiminum
Á seinast dagførda styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, hevur føroyska A-landsliðið við monnum flutt seg eitt pláss rætta vegin, og er nú nummar 103 í heiminum.

Serliga er tað sigurin á Grikkalandi, ið hevur havt við sær, at føroyska liðið í seinastuni hevur flutt seg upp eftir listanum.

Næsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum verður tann 29. mars, tá Rumenia, sum í løtuni er á 15. plássi FIFA-styrkislistanum, tekur ímóti.

Topp 10:
1. Týskland
2. Argentina
3. Kolumbia
4. Belgia
5. Holland
6. Brasil
7. Portugal
8. Frakland
9. Spania
10. Uruguay

13. Ongland
15. Rumenia
24. Grikkaland
30. Danmark
33. Ísland
44. Svøríki
45. Ungarn
47. Norðurírland
67. Noreg
70. Finnland
103. Føroyar