Føroysku landsliðini hava fingið nýggjan búna, sum verður tikin alment í brúk fríggjadagin 1. juni
Nýggi landsliðsbúnin er av merkinum Adidas, ið hevur klætt føroysku landsliðini síðani august 2010.

Búnin, ið okkara landslið fara at brúka á heimavølli, verður hvít troyggja, við hvítum shortsi og hvítum hosum. Útivallarbúnin verður blá troyggja, blátt shorts og bláar hosur.

Tó kann henda samanseting verða broytt, alt eftir hvørjum landi Føroyar spæla ímóti.

Ætlanin er, at nýggja landsliðstroyggjan skal kunna keypast umvegis heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, og í øðrum ítróttarhandlum í Føroyum, í nærmastu framtíð.


Atli Danielsen, Kristian Joensen og Fróði Benjaminsen í nýggja føroyska landsliðsbúnanum