Tað var eingin slingur í valsinum hjá U15-landsliðnum við gentum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2021 í Estlandi
Við 1-0 sigri á Estlandi og einum sannførandi 2-0 sigri á Litava, vunnu føroysku 15-genturnar ársins útgávu av Baltic Cup, sum hevur verið í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.
Tað sá annars leingi út til, at dysturin móti vertunum fóru at enda við málleysum javnleiki. Men í seinastu sekundunum gjørdi liðskiparin, Jakobina Bergsdóttir bart og smekkaði bóltin upp í málhornið.
Ímóti Litava avgjørdi føroyska liðið dystin meir ella minni áðrenn steðgin. Brá Zachariasardóttir legði Føroyar á odda 1-0, og lítla løtu seinni økti Eydna Olsen Dalheim til 2-0. Harvið vunnu føroysku genturnar Baltic Cup 2021, og hetta er bert aðru ferð, at eitt føroyskt landslið kemur heim sum vinnari av Baltic Cup; fyrra ferðin var, tá A-landsliðið vann kappingina í 2016.
Dysturin millum Litava og Estland endaði við 3-0 sigri til estlendsku genturnar. Sunnudagin spældi føroyska liðið venjingardyst móti Estlandi, og aftur vóru okkara gentur við yvirlutan. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Mira Bendix Laursen og Anna Jørginsdóttir stóðu fyri føroysku málunum.
Samanumtikið var tí talan um eitt frálíkt avrik hjá gentunum og nýggja venjaratoyminum, og samstundis ein gleðilig ábending um, at framtíðin sær bjørt og spennandi út hjá okkara landsliðum.
Næst á skránni hjá U15-gentunum er í november mánað, tá liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Slovenia.