Nú er greitt, at landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar 22. mars komandi ár, verður spældur á Ernst Happel Stadion í Wien
Eysturríkska Fótbóltssambandið boðar nú frá, at HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Føroyar tann 22. mars komandi ár, verður spældur á Ernst Happel Stadion í Wien.
Enn er endaliga klokkutíðin ikki fastløgd, men kortini er nógv sum bendir á, at dysturin verður spældur kl. 19:30, føroyska tíð.
Ersnt Happel Stadion varð bygt í 1931, og kallaðist tá Prater Stadion, og hevði pláss fyri 60.000 áskoðarum.
Men áhugin fyri fótbólti í eysturríkska høvuðsstaðnum vaks støðugt, og í 1956 varð leikvøllurin útbygdur, og í landsdysti millum Eysturríki og Russland í 1960 vóru 91.150 áskoðarar til dystin.
Fyrst í áttatiárunum varð leikvøllurin aftur fyri stórum umbyggingum. Tak varð bygt yvir áskoðaraplássini, og setur til umeið 51.000 áskoðarar vórðu sett upp.
Í 1993 fekk fekk leikvøllurin nýtt navn, og varð kallaður Ernst Happel Stadion, uppkallað eftir eysturríkska stórspælaranum og venjaranum Ernst Franz Hermann Happel.
Frá 1947 til 1958 leikti Ernst Happel 51 landsdystir fyri Eysturríki og skeyt fimm mál. Eftir tíðina sum yrkisleikari, royndi Ernst Happel seg sum venjari, við góðum úrslitum, og frá 1967 til 1989 var Ernst Happel venjari hjá fleiri stórliðum í Hollandi, Eysturríki og Týsklandi.
Glæsiligasta tíðin sum venjari, mundi vera frá 1981 til 1987, tá Ernst Happel stóð á odda fyri týska stórfelagnum Hamburger SV. Í hesum tíðarskeiði vann Hamburger SV týska meistaraheitið tvær ferðir, týsku steypakappingina einaferð, og í 1983 vann Hamburger SV Europa Cup fyri meistarar.
Í 1978 var Ernst Happel landsliðsvenjari hjá Hollandi, sum spældi seg í HM-finaluni hetta árið, og stutt eftir at Joseph Hickersberger varð sendur til hús, eftir 1-0 ósigurin fyri Føroyum 12. september í 1990, tók Ernst Happel við sum eysturríkskur landsliðsvenjari.
Men bara tvey ár seinni, tann 14. november í 1992, andaðist Ernst Franz Hermann Happel av krabbameini, 66 ára gamal.
Ernst Franz Hermann Happel