Annan mánaðin á rað varð Heidi Sevdal úr NSÍ vald til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum. Aftaná dystin kundu tær gulkløddu taka ímóti FM steypinum
Steypavinnari, føroyameistari og besti spælari í Betrideildin hjá kvinnum í august, september og oktober mánað. Jú, fótbóltsárið hjá Heidi Sevdal úr NSÍ hevur hilnast væl.
Áðrenn ársins síðsta dyst, sum var í Sarpurgerði í Norðragøtu, varð Heidi Sevdal kosin til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í september og oktober mánað.
Tað eru venjararnir í fremstu deildini, ið velja, og tá talt var saman hevði Heidi fingið flestar atkvøður. Henni á baki komu Eyðvør Klakstein og Sólja Ernstdóttir úr KÍ, Sara Samson Lamhauge úr NSÍ, og Sara Benjaminsen hjá Skála.
Tað var mamma Heidi, Ása Sevdal, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Heidi eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, sum er latin av FSF og Betri.
Aftaná dystin var tað so FSF forsetin, Christian Andreasen, ið slapp framat, tá FM steypið skuldi handast NSÍ kvinnunum. Tí hóast tær gulklæddu taptu 3-2 fyri Víkingi, so endaði føroyameistaraheitið í Runavík, meðan KÍ, sum vann 4-1 á HB, fekk silvur, og Víkingur fór við bronsuni.