Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá KÍ kvinnunum í ár, og nú fýra umfør eru eftir at spæla, er longu greitt, at tær fimta árið á rað vinna føroyameistaraheitið. Talan er um FM nummar 23 seinastu 27 árini

——————

17 dystir og 17 sigrar, og ein málmun, ið sigur 78-4.

Tað eru einfaldu tølini hjá fremsta kvinnuliðnum hjá KÍ higartil í landskappingini, og nú fýra dystir eru eftir at spæla, er eisini greitt, at einki av hinum liðunum kann fáa tær kongabláu aftur á stigatalvuni.

Leygardagin hevði KÍ vitjan av EBS/Skála, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til nýklæktu føroyameistararnar.

Maria Vinjardsdóttir Johansen skoraði tvær ferðir, meðan Rebekka Benbakkoura, Tóra Mohr og Tórunn Joensen gjørdu hvør sítt mál.

Tríggir aðrir dystir hava eisini verið um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 3-1 á B36, og í Havn vann HB 3-0 á 07 Vestur. Fríggjakvøldið tók TB/FCS/Royn ímóti Víkingi, og har gjørdist úrslitið javnleikur 3-3

Seinastu 27 kappingarárini hevur KÍ vunnið ikki færri enn 23 FM. Í 1998 vann B36, í ’99 HB, og í 2017 og 2018 var tað EBS/Skála, ið fór avstað við føroyameistaraheitunum. Fremsta deildin hjá kvinnum byrjaði í 1985.

Síðsta umfar í Betri Deildini 2023 hjá kvinnum verður spælt leygardagin 14. oktober.

STIGATALVAN