Um vikuskiftið vóru Hoyvíkshøllin og ítróttarhøllin á Eiði karmur um finaluumfarið í Futsal hjá gentum og dreingjum
Føroyameistaraheitið í Futsal hjá gentum og dreingjum varð avgjørt um vikuskiftið.

Í Hoyvíkshøllini spældu Gentur U12, Gentur U14, Gentur U17 og Dreingir U12, meðan finaluumførini í kappingunum fyri Dreingir U14 og Dreingir U16 vóður spæld í ítróttarhøllini á Eiði.

Í kappingunum fyri gentur vann NSÍ føroyameistaraheitið fyri U12, meðan B68 vann bæði í U14 og U17.

Hjá dreingjum vann NSÍ kappingina fyri Dreingir U12, KÍ vann Dreingir U14, meðan Víkingur vann FM fyri Dreingir U16.

Í samband við finaluumførini í Futsal vórðu finalubólkarnir í Dreingir U12, Dreingir U16 og Gentur U17 sjónbandaðir, og kunnu dystirnir síggjast her:
Dreingir U12
Dreingir U16
Gentur U17

Myndir: Hans Erik Danielsen

Mynd: Solby Christiansdóttir

Mynd: Rannvá Petersen