Á midnátt í kvøld letur flytingargluggin aftur, og tá er seinasta freist leikarum við sáttmála at skifta felag
Í kvøld klokkan 23:59 (hósdagin 21. mars 2013) letur flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur, og tað merkir, at øll leikaraloyvi hjá yrkisleikarum skulu vera komin í rættlag, so viðkomandi kann spæla við í fremstu deildini í Føroyum.
Í summar letur flytingargluggin upp aftur mánadagin 24. juni, og verður síðani opin næstu fýra vikurnar, til mánadagin 22. juli á midnátt.
Flytingargluggin er ikki galdandi fyri áhugaleikarar, og kunnu hesir frítt skifta felag til fram ímóti endanum av kappingini.
Áhugaleikari skal tó hava havt sítt leikaraloyvi í einum felagið í minst 30 dagar, áðrenn skiftast kann til annað felag.