Mánadagin 16. mars 2015 letur føroyski flytingargluggin aftur, og tá er seinasta freist hjá yrkisleikarum at skifta felag
Um smáar tríggjar vikur, mánadagin 16. mars 2015, letur flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur. Tað merkir, at hendan dagin er seinasta freist hjá yrkisleikarum, at skifta felag.
Er flytingin ikki framd í seinasta lagi klokkan 23:59 mánadagin 16. mars, kann spæliloyvið hjá viðkomandi yrkisleikara ikki flytast aftur fyrr enn hósdagin 18. juni, tá flytingargluggin letur upp aftur. Í hesum tíðarskeiði kann leikarin sostatt ikki spæla sum yrkisleikari, ið annars er eitt krav, fyri at spæla í EFFO-deildini.
Er talan um útlendingar, ið bíða eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvi, kunnu undantøk verða gjørd. Útlendingar kunnu ikki spæla í føroysku kappingini, fyrr enn arbeiðs- og uppihaldsloyvi er í lagi.
FSF heitir í hesum sambandi á øll feløg um at eftirkanna, at øll loyvir hjá yrkisleikarum eru komin í rættlag áðrenn nevndu dagfesting, so hesir í fyrstu atløgu kunnu luttaka í fyrru helvt av landskappingini.
Í summar letur flytingargluggin upp aftur hósdagin 18. juni, og verður opin næstu fýra vikurnar, til á midnátt hósdagin 16. juli.
Flytingargluggin er ikki galdandi fyri áhugaleikarar, og kunnu hesir frítt skifta felag til fram ímóti endanum av kappingini.
Áhugaleikari skal tó hava havt sítt leikaraloyvi í einum felagið í minst 30 dagar, áðrenn skiftast kann til annað felag.
Um ivamál eru, kunnu feløg seta seg í samband við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 35 19 79.
Fyrsta umfar í EFFO-deildini verður spælt sunnudagin 1. mars, meðan fyrsta umfar í 1. deild hjá monnum er á skránni eina viku seinni, leygardagin og sunnudagin, 7. og 8. mars.