Mánadagin 10. mars letur flytingargluggin aftur, og tá er seinasti dagur hjá yrkisleikarum at skifta felag
Um ein góðan mánað, mánadagin 10. mars, letur flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur. Tað merkir, at hendan dagin er seinasta freist hjá yrkisleikarum, at skifta felag.
FSF heitir í hesum sambandi á øll feløg um at syrgja fyri, at øll loyvir hjá sáttmálabundnum leikarum eru komin í rættlag áðrenn nevndu dagfesting, so hesir í fyrstu atløgu kunna luttaka í fyrru helvt av landskappingini.
Í summar letur flytingargluggin upp aftur mánadagin 23. juni, og verður síðani opin næstu fýra vikurnar, til á midnátt mánadagin 21. juli.
Flytingargluggin er ikki galdandi fyri áhugaleikarar, og kunnu hesir frítt skifta felag til fram ímóti endanum av kappingini.
Áhugaleikari skal tó hava havt sítt leikaraloyvi í einum felagið í minst 30 dagar, áðrenn skiftast kann til annað felag.
Um ivamál eru, kunnu feløg seta seg í samband við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 35 19 79.
Fyrsta umfar í Effodeildini verður spælt vikuskiftið 15. og 16. mars.