Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í Effodeildini verði spældir sunnudagin 6. mai. Men hesir eru nú framskundaðir til leygardagin 5. mai. Eisini dystirnir í 1. deild hjá monnum, ið skuldu verði spældir leygardagin 5. mai, er fluttir. Somuleiðis eru fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum framskundaðar
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt, at flyta nakrar av dystunum í 7. umfari í Effodeildini. Somuleiðis er avgjørt, at dystirnir í 1. deild hjá monnum í 6. umfari, eisini verða fluttir, umframt at fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum, eru framskundaðar.

Effodeildin, fríggjadag og leygardag
Av tí at fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin 9. mai, er avgjørt, at dystirnir í Effodeildini, sum skuldu verði spældir sunnudagin 6. mai, verða fluttir til leygardagin 5. mai.
7. umfar í fremstu deildini verður tískil spælt fríggjadagin og leygardagin 4. og 5. mai.
Fríggjadagin 4. mai, ið er Dýri biðidagur, spæla NSÍ og Víkingur við Løkin í Runavík.

Leygardagin 5. mai verða hesir dystir spældir í Effodeildini:
ÍF – EB/Streymur
HB – B36
B68 – KÍ
FC Suðuroy – TB

1. deild menn, fríggjadag og sunnudag
Orsaka av, at fýra av dystunum í 7. umfari í Effodeildini verða spældir leygardagin 5. mai, eru allir dystirnir í 6. umfari í 1. deild hjá monnum, sum skuldu verði spældir hendan sama leygardagin, fluttir til fríggjadag og sunnudag.
AB og B68 spæla fríggjadagin 4. mai, meðan hinir fýra dystirnir í 1. deild hjá monnum verða spældir sunnudagin 6. mai. Tá verður spælt soleiðis:
Skála – EB/Streymur
KÍ – HB
B71 – NSÍ
07 Vestur – Víkingur

Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum fluttar
Umframt at flyta dystir í Effodeildini og í 1. deild hjá monnum, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða framskundaðar.
Eftir ætlan skuldu fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum verði spældar sunnudagin 13. mai, men hetta er nú broytt. Ístaðin verða fjórðingsfinalurnar spældir hósdagin 10. mai.

Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum, 10. mai:
AB – ÍF
Víkingur – B68/NSÍ
KÍ – HB
Skála – B36