U15 landsliðið við gentum gjørdi bart og vann fyrsta dystin í Baltic Cup, sum verður spælt í Tallin í hesum døgum


Føroysku genturnar byrjaðu kappingina móti vertunum úr Estlandi, og dysturin gjørdist javnur og spennandi heilt til tað síðsta. Liðini skiftust um at hava leikliga yvirvág, men við føroyskum brillum bar til at síggja, at møguleikarnir hjá okkara gentum vóru nakað størri enn teir, sum Estland spældi seg til. 

Allir 80 minuttirnir skuldu tó ganga, áðrenn sigursmálið varð skorað. Tá var tað liðskiparin Jakobina Bergsdóttir, sum við einum dundurskoti uttanfyri brotsteigarmarkið sendi bóltin heilt upp í høgra málhorn. Estlendski málverjin var prísgivin og málið hjá unga Skálaspælaranum var ein sonn perla at síggja. 

Tað kom eisini í tøkum tíma, tí júst sum Estland gav bóltin upp aftur á miðjuni, ljóðaði floytan hjá dómarunum fyri seinastu ferð, og sigursgleðin í føroysku leguni var tá sjónlig og sjálvsøgd. 

Við sigrinum eru genturnar komnar væl í gongd við Baltic Cup, og næsta uppgávan bíðar longu í dag, tá Føroyar skulu spæla ímóti Litava. Dysturin byrjar klokkan 16.00 føroyska tíð, og tað ber til at fylgja gongdini á heimasíðuni ella appini hjá dystir.fo.