Mánadagin 5. mai andaðist okkara kæri vinur og starvsfelagi, Niklas á Líðarenda, 69 ára gamal
Fótbóltsføroyar hava mist ein góðan og trúgvan vin. Eftir stutta sjúkralegu andaðist Niklas á Líðarenda mánadagin 5. mai, 69 ára gamal.
Niklas var eitt serstakt menniskja, altíð klárur at hjálpa og vælsignaður við einum løttum lyndi. Hann var stuttligur og gløggur, og tað var gott at vera har, sum Niklas var. Ein gávaður maður, sum hevur ríkað fótbóltsumhvørvið Føroya í heili 43 ár.
Eyðmjúkur sum fáur, hevði hann lítlan tørv á uppmerksemi ella viðurkenning. Tí var tað eisini, at vit øll gleddust serliga nógv, tá hann fyrr í ár varð heiðraður á Ítróttarfagnaðinum hjá ÍSF við Heiðursskjali Poul E. Petersen – ein heilt serstøk og væl uppiborin viðurkenning.
Niklas á Líðarenda varð valdur í útbúgvingarnevndina hjá FSF í 1994, og í starvsnevndina í 2003, og sat millum annað sum varaforseti frá 2003 til 2010. Harafturat hevur hann røkt sessir í ungdómsnevndini, landsliðsnevndini, kappingarnevndini og í dómaranevndini.
Á vøllinum var Niklas á Líðarenda eisini sera virkin. Í 1980 dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini, og líka til í fjør var hann partur av dystum í føroysku kappingini, annaðhvørt sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari ella dómaraeygleiðari. Tilsamans yvir 1.300 dystir.
Uttan fyri landoddarnar vóru eisini boð eftir fryntliga Nesmanninum úr Norðragøtu. Frá 1992 til 1997 umboðaði Niklas á Líðarenda Føroyar sum FIFA dómari, og frá 2006 til stutt fyri jól í fjør, tá hann var eygleiðari til UEFA Conference League dyst í Svøríki, var Niklas altjóða dómaraeygleiðari.
Sorgin er stór, nú vit siga farvæl við ein av okkara kæru. Minnini um allar tær góðu løturnar saman við Niklasi eiga vit tó. Latið tað tí verða okkara mál, at vit saman fegnast um lívið hjá Niklasi, og á henda hátt veita honum hægsta heiður.
Hvíl í friði, góði Niklas.
Í sambandi við U17 landsdystin hjá gentum á Djúpumýru í Klaksvík í dag millum Føroyar og Eysturríki, fara vit at minnast Niklas á Líðarenda við tøgn í ein minutt.
Fótbóltssamband Føroya
