Í farnu viku komu boðini um, at Knud Aage Nielsen var farin, 90 ára gamal. Knud Aage var við til at seta gongd á venjaraútbúgvingina í Føroyum

——————

Knud Aage var føddur 12. februar í 1931 og andaðist nú 7. mars í heimi sínum í Kolding.

Fyrst í 80-unum fór Fótbóltssamband Føroya undir skipaða venjaraútbúgving. Helst hevur hetta verið í 1982-83. Hetta varð gjørt í tøttum samstarvi við DBU.

Eitt ár ella so eftir fyrstu skeiðini við skiftandi instruktørum, blivu tað Knud Age Nielsen og Max Rasmussen sum stóðu fyri venjaraskeiðunum. Og næstu 15-16 árini vóru teir tær berandi kreftirnar í venjaraútbúgvingini hjá FSF – tó alla tíðina við tí greiða máli, at vit sjálvi skuldu taka størri og størri ábyrgd, bæði innihaldsliga, fakliga og praktiskt. Seinasta skeiðið teir báðir skipaðu fyri var “Elituvenjaraskeiðið” í 1998-99. Tað, sum í dag kann samanberast við A-venjaraútbúgvingina.

Knud Aage Nielsen, sum var lektari í ítrótti/námsfrøði á Kolding Seminarium, skrivaði fleiri bøkur og fakligar greinar um ítrótt/bóltspøl – sjálvur og saman við øðrum. Eitt nú: “Spil bold – med livet som indsats”, “Bogen om fodbold”, “KROPPEN er HOVEDsagen”, “Undervisning i boldspil – nogle synspunkter” og “Fodbold som pædagogisk anliggende”.

Tá DBU fór undir nýggja venjaraútbúgving, Grøn uddanelse, miðskeiðis í 80-unum, vóru tað júst Knud Age og Max, sum høvdu ein týðandi leiklut í at skriva og skipa tilfarið.

Tori at siga, at Knud Aage og Max vóru ein fongur fyri føroysku venjaraútbúgvingina. Teir vóru báðir úrmælingar á fakliga økinum, men dugdu harumframt ómetaliga væl at brúka sterku síðurnar hjá hvørjum øðrum. Frálæran – í undirvísingarhølinum ella á vøllinum – var altíð merkt av nærveru og at vera viðkomandi, av fakligum og menniskjansligum avbjóðingum og ikki minst av opinleika og spurningum.

Tað berandi í øllum var kortini menniskjafatanin. Eitt nú: “Menniskjað í miðdepilin”, “Tað heila menniskja” og “Gleðin í miðdepilin”. Ein fatan, sum hevur eyðkent føroysku venjaraútbúgvingina til dagin í dag, hóast rákini á so mangan hátt annars kunnu hava verið hendan ella handan vegin.

Knud Aage varð hollur føroyavinur, og hann fylgdi væl við hvat hendi í føroyskum fótbólti og Føroyum annars, eisini nú likamliga styrkin var nógv viknað. Gav at býta, tá konan og eg vitjaðu Knud Aage og Bente í hugnaliga heimi teirra í Kolding fyri trimum árum síðan. Hann spurdi eftir hesum og hasum og brúkti myndirnar, eg hevði við, til at hugleiða um fótbólt og ymsar aðrar hendingar í Føroyum, tey 15-16 árini, tá hann og Max so trúliga vitjaðu okkum. Tað var týðuligt, at glóðin var tann sama – hendan, at “Leikarin er ein menniskja – ikki eitt amboð”, og sum avrikar best yvir tíð, tá hon trívist.

Eri takksamur fyri, at tað lagaði seg soleiðis, at Knud Aage gjørdist partur føroyskum fótbólti. Somuleiðis eri eg takksamur fyri, at hetta eisini gjørdist til eitt langt og gevandi vinarlag okkara millum.

Friður verið við minninum um Knud Aage Nielsen.

Fótbóltssamband Føroya