Myndir // Heini Fossdalsá Sørensen og Jørgen Nielsen stóðu fyri føroysku málunum, tá U19-landsliðið við dreingjum sunnudagin spældi javnleik 2-2 móti Íslandi

——————

Sunnudagin hittust Føroyar og Ísland í venjingardyst fyri U19-landslið við dreingjum, og í sera góðum fótbóltslíkindum á Svangaskarði á Toftum gjørdist úrslitið javnleikur 2-2.

Ísland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, men løtu seinni stóð aftur á jøvnum. Heini Fossdalsá Sørensen royndi seg við góðum skoti uttanvert brotsteigin, og so var 1-1 á máltalvuni.

Føroyska liðið stríddist væl allan dystin, og hetta gav eisini úrslit tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki. Eftir gott og skjótt spæl fram eftir vøllinum úti í høgra borði, endaði bólturin hjá Jørgeni Nielsen, sum við góðum skoti legði heimaliðið á odda.

Men aftur gingu bara fáir minuttir, so stóð aftur á jøvnum. Dómarin dømdi brotsspark til Ísland, og úr ellivu metrum varð bólturin sendur trygt upp undir nettakið.

Venjingardysturin móti Íslandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Grikkaland í november, har føroyska liðið skal møta Grikkalandi, Týsklandi og Russlandi.

Farna hósdag spældi føroyska U21-landsliðið móti íslendska U19-liðnum, og tá gjørdist úrslitið eisini javnleikur 2-2. Týsdagin 8. juni klokkan 17:30 spælir U21-liðið fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, tá Armenia vitjar á Svangaskarði. Tíverri sleppa áskoðarar ikki til dystin, sum verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Myndir: Bjarni Enghamar