Í allar besta veðri á Tórsvølli eydnaðist tað Føroyum at vinna 2-1 á Litava. Viljormur Davidsen og Jákup Biskopstø Andreasen gjørdu føroysku málini

——————

– Eg eri sera væl nøgdur við 3 stig, og eg haldi samstundis, at sigurin var uppiborin. Vit spæla ein góðan fyrra hálvleiki, har vit eisini koma til fleiri kjansir. Aftan á steðgin verða vit settir undir trýst, men veruliga vandamikið blívur tað ongantíð.

Tað sigur Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, tá hann stutt skal seta orð á sigurin í UEFA Nations League dystinum móti Litava á Tórsvølli leygardagin.

Tað vóru annars litavar, ið koma á odda, tá góðir fimm minuttir vóru spældir. Ein lítil skelkur fór ígjøgnum føroyska liðið og áskoðararnar, men lítla løtu seinni stóð á jøvnum.

Klæmint Andrasson Olsen var rivin um koll inni í brotsteiginum. Kroatiski dómarin var ikki í iva, og peikaði á blettin. Brotsspark til Føroyar, sum Viljormur Davidsen setti trygt i netið.

Føroyska liðið hevði tamarhald á dystinum, og serliga í fyrra hálvleiki komu okkara fram til fleiri góðar støður. Hetta gav eisini úrslit stutt fyri steðgin. Dygst uttanvert litaviska brotsteigin legði Meinhard Egilsson Olsen bóltin fyri føturnar á Jákupi Biskopstø Andreasen. Klaksvíkingurin vísti enn einaferð framúr skotteknik, og so var 2-1 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki royndu litavar at leggja trýst á, men verjan og Gunnar Nielsen stóðu væl, samstundis sum føroysku miðvallararnir og framherjarnir alla tíðina vóru ein støðug hóttin í umstillingunum.

– Vit missa dystin eitt sindur í byrjanini av seinna hálvleiki, men vit standa væl ímóti, og veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Hesa løtuna vísa okkara spælarar mentala styrki, og eg eri sera errin av, at teir megna at halda fokus, og í allar 90 minuttirnar hava trúnna upp á ein sigur, sjálvt um teir tíðliga í dystinum komu afturút, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Turkaland 2-0 á útivølli móti Luksemborg. Eftir trý umfør er støðan tann, at turkar hava 9 stig, Luksemborg hevur 6 stig, Føroyar hava 3 stig, meðan Litava framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Longu týsdagin verður spælt aftur. Luksemborg og Føroyar møtast á Stade de Luxembourg, og í Istanbul hittast Turkaland og Litava.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen