2020 var nógv merkt av korona, men sum heild gekk væl at avgreiða kappingarnar hjá FSF. Tá samanumkom vunnu KÍ og Skála flest gull, meðan HB vann flest heiðursmerki tilsamans

——————

Um hugt verður burtur frá teimum avbjóðingum, ið korona gav farna kappingarári, gekk sum heild væl at avgreiða allar kappingarnar. Tað var bara í Old Boys +35, at eingin vinnari bleiv funnin.

Samanlagt vann HB flest heiðursmerki í fjør. Í 2020 vann Havnar Bóltfelag tríggjar gull, seks silvur og tríggjar bronsu.

Hinvegin, so vóru tað KÍ og Skála, ið vunnu flest gullkrónur í part – nevniliga fýra. Umframt gull í landskappingini fyri U21 og í steypakappingini fyri U17 Dreingir, vann fremsta kvinnulið hjá klaksvíkingum eisini greipuna.

Skála vann gull í 2. deild hjá monnum, FM og steypakappingina fyri U18 Gentur, og steypakappingina fyri U15 Gentur. Av teimum fýra gull hjá Skála, vorðu tvær – greipan hjá U18-gentunum – vunnin sum felagslið saman við EB/Streymi.

FM- og steypavinnarar 2020

FøroyameistararGullSilvurBronsa
Betri Deildin mennHBNSÍ
1. deild mennVíkingur07 VesturNSÍ
2. deild mennSkálaFC SuðuroyEB/Streymur
3. deild mennÍF07 VesturHB
Old Boys +45NSÍB36B68
U2107 VesturNSÍ
U17 DreingirVíkingurHB
U15 DreingirB36HB
U13 DreingirVíkingurHBAB
Betri Deildin kv.NSÍHB
1. deild kvinnurAB/B7107 VesturHB
Old GirlsB36Skála
U18 GenturEBS/SkálaB36
U15 GenturHBSkálaVíkingur
U13 GenturFC HoyvíkHBNSÍ
SteypavinnararGullSilvur
LøgmanssteypiðHBVíkingur
U21ABB36
U17 DreingirHB
U15 DreingirB36
KvinnurNSÍ
U18 GenturEBS/SkálaB36
U15 GenturSkálaHB
SamanlagtGullSilvurBronsa
1. KÍ415
2. Skála4120
3. HB363
4. B36340
5. Víkingur311
6. AB2201
7. EB/Streymur2401
8. NSÍ133
9. B711300
10. FC Hoyvík100
11. ÍF100
12. 07 Vestur040
13. FC Suðuroy010
14. B68001

Frágreiðing
1 = Tvey saman við EB/Streymi
2 = Eitt saman við B71
3 = Saman við AB
4 = Saman við Skála

Vegna korona varð kappingin í Old Boys +35 ikki gjøgnumførd