2020 var nógv merkt av korona, men sum heild gekk væl at avgreiða kappingarnar hjá FSF. Tá samanumkom vunnu KÍ og Skála flest gull, meðan HB vann flest heiðursmerki tilsamans
——————
Um hugt verður burtur frá teimum avbjóðingum, ið korona gav farna kappingarári, gekk sum heild væl at avgreiða allar kappingarnar. Tað var bara í Old Boys +35, at eingin vinnari bleiv funnin.
Samanlagt vann HB flest heiðursmerki í fjør. Í 2020 vann Havnar Bóltfelag tríggjar gull, seks silvur og tríggjar bronsu.
Hinvegin, so vóru tað KÍ og Skála, ið vunnu flest gullkrónur í part – nevniliga fýra. Umframt gull í landskappingini fyri U21 og í steypakappingini fyri U17 Dreingir, vann fremsta kvinnulið hjá klaksvíkingum eisini greipuna.
Skála vann gull í 2. deild hjá monnum, FM og steypakappingina fyri U18 Gentur, og steypakappingina fyri U15 Gentur. Av teimum fýra gull hjá Skála, vorðu tvær – greipan hjá U18-gentunum – vunnin sum felagslið saman við EB/Streymi.
FM- og steypavinnarar 2020
Føroyameistarar | Gull | Silvur | Bronsa |
Betri Deildin menn | HB | NSÍ | KÍ |
1. deild menn | Víkingur | 07 Vestur | NSÍ |
2. deild menn | Skála | FC Suðuroy | EB/Streymur |
3. deild menn | ÍF | 07 Vestur | HB |
Old Boys +45 | NSÍ | B36 | B68 |
U21 | KÍ | 07 Vestur | NSÍ |
U17 Dreingir | Víkingur | HB | KÍ |
U15 Dreingir | B36 | HB | KÍ |
U13 Dreingir | Víkingur | HB | AB |
Betri Deildin kv. | KÍ | NSÍ | HB |
1. deild kvinnur | AB/B71 | 07 Vestur | HB |
Old Girls | B36 | Skála | KÍ |
U18 Gentur | EBS/Skála | B36 | KÍ |
U15 Gentur | HB | Skála | Víkingur |
U13 Gentur | FC Hoyvík | HB | NSÍ |
Steypavinnarar | Gull | Silvur | |
Løgmanssteypið | HB | Víkingur | |
U21 | AB | B36 | |
U17 Dreingir | KÍ | HB | |
U15 Dreingir | B36 | KÍ | |
Kvinnur | KÍ | NSÍ | |
U18 Gentur | EBS/Skála | B36 | |
U15 Gentur | Skála | HB | |
Samanlagt | Gull | Silvur | Bronsa |
1. KÍ | 4 | 1 | 5 |
2. Skála | 41 | 2 | 0 |
3. HB | 3 | 6 | 3 |
4. B36 | 3 | 4 | 0 |
5. Víkingur | 3 | 1 | 1 |
6. AB | 22 | 0 | 1 |
7. EB/Streymur | 24 | 0 | 1 |
8. NSÍ | 1 | 3 | 3 |
9. B71 | 13 | 0 | 0 |
10. FC Hoyvík | 1 | 0 | 0 |
11. ÍF | 1 | 0 | 0 |
12. 07 Vestur | 0 | 4 | 0 |
13. FC Suðuroy | 0 | 1 | 0 |
14. B68 | 0 | 0 | 1 |
Frágreiðing
1 = Tvey saman við EB/Streymi
2 = Eitt saman við B71
3 = Saman við AB
4 = Saman við Skála
Vegna korona varð kappingin í Old Boys +35 ikki gjøgnumførd