Fríggjadagin og leygardagin, 7. og 8. februar, skipar FSF fyri skeiði/seminar um barna- og ungdómsfótbólt við luttøku úr Noregi
Í døgunum 7. og 8. februar fær Fótbóltssamband Føroya forkunnuga vitjan úr Noregi, tá Øyvind Larsen, Jarl Torske, Gøril Kringen og Gunnvor Halmøy, ið øll á ymiskan hátt dagliga arbeiða við norskum fótbólti á grassroots- og eitustøði, koma at hava skeið/seminar um barna- og ungdómsfótbólt.
Allir føroyingar, ið eru góðir við fótbóltin og síggja virðið í tí, at børn, ung og vaksin luttaka í hesum spæli, fegnast um, at so nógv smábørn byrja at spæla fótbólt. Kortini halda tey flestu fótbóltsáhugaði, at tey kundu verið fleiri – ikki minst gentur, og at tað samstundis er at harmast um, at nógv gevast tá ungdómsárini koma.
Á skeiðinum/seminarinum 7. og 8. februar, ið er ætlað ungdómsvenjarum, nevndarlimum, foreldrum og øðrum áhugaðum, verður varpað ljós á hesa avbjóðing.
Endamál/innihaldið á skeiðnum/seminarinum, er at vísa á avbjóðingar og møguleikar í venjingini av børnum og ungum, og at seta sær spurningarnar:
– Hvat gera vit fyri at fáa tey smáu (um 6 ára aldur) at byrja at spæla fótbólt?
– Hvussu fáa vit børnini og tey ungu (6-18 ár) at trívast, mennast og halda á við fótbóltinum?
– Hvat og hvussu gera vit, so hvør einstakur kann spæla samsvarandi áhuga og førleikum?
– Hvørja uppgávu og hvønn leiklut hava ymsu partarnir – foreldur, felagið, venjarar og FSF?
Skeiðið/seminarið verður hildið í FSF-húsinum í Havn fríggjadagin 7. februar, kl. 17 til 20, og heldur fram leygardagin 8. februar, kl. 9 til 17.
Skeiðið/seminarið er ókeypis, men neyðugt er við skrivaligari tilmelding, við at útfylla Tilmeldingarskjalið, og síðani senda tað til [email protected], í seinasta lagi mánadagin 3. februar 2014.
Tilmeldingarskjal (pdf)
Øyvind Larsen:
Starvast í Norska Fótbóltssambandinum (NFF) innan venjaraútbúgving og fótbóltsmenning. Er royndur fyrlestrarahaldari og hevur verið við til at skrivað bókina "Flest møguligt – flest møgugulig – best møguligt".
Jarl Torske:
Er U19-landsliðsvenjari hjá norska gentulandsliðnum. Hevur verið ungdómslandsliðsvenjari í mong ár og luttikið í fleiri EM- og HM-endaspølum. Hevur Pro-lisens sum venjari.
Gøril Kringen:
Menningarleiðari á kvinnusíðuni í norska fótbóltssambandinum (NFF). Er sum leikari olympiskur meistari í fótbólti, og hevur luttikið í HM-og EM-endaspølum. Er millum mest vinnandi leikarar í Noregi.
Gunnvor Halmøy:
Er útbúgvin fysioterapeutur og fakkonsulentur á Olympiatoppen. Arbeitt mong ár við norskum ungdómslandsliðum og í Tippeliguni, ið er besta fótbóltsdeildin í Noregi.