Við seks gull, einari silvur og trimum bronsu, hevur HB vunnið flest heiðursmerkir í farna kappingarári
Nú allar kappingarnar, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri í ár, eru komnar at enda, er greitt, at Havnar Bóltfelag hevur vunnið flest heiðursmerkir í 2013. HB hevur í ár vunnið seks gull, eina silvur og tríggjar bronsu í føroysku landskappingini.
Eisini KÍ vann nógv heiðursmerkir í júst farna kappingarári. Klaksvíkingar vunnu seks gull, eina silvur og eina bronsu.
Í samlaða yvirlitinum gjørdist NSÍ nummar 3. Runavíkingar vunnu tvær gull, fimm silvur og tvær bronsu.
Yvirlit yvir allar meistararnar og steypavinnararnar fyri kappingarárið 2013 sæst HER.
Í hesum sambandi ynskir Fótbóltssamband Føroya at fáa myndir av øllum liðum, ið hava vunnið heiðursmerkir í 2013. Myndirnar kunnu sendast til [email protected].