Við sjey gull, trimum silvur og fýra bronsu, hevur HB vunnið flest heiðursmerkir í kappingarárinum, ið er um at enda
Hóast eitt umfar er eftir at spæla í EFFO-deildini, og tað somuleiðis er greitt, at B36 vinnur fremstu deildina hjá monnum í ár, so eru tað grannarnir úr HB, ið fara at vinna flest heiðursmerkir í 2014.

Annað árið á rað hevur Havnar Bóltfelag vunnið flest heiðursmerkir í lands- og steypakappingunum, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri.

HB hevur í ár vunnið sjey gull, tríggjar silvur og fýra bronsuheiðursmerkir.

Nummar 2 í samlaða yvirlitinum verður árstalsfelagið úr Havn, B36. Teir hvítu í høvuðsstaðnum hava í ár vunnið fýra gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsu.

Yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2014 sæst HER.