Fult umfar í Effodeildini er á skránni um vikuskiftið, og talan er um fimm rættuliga spennandi dystir. Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta her um 14. umfar í fremstu deildini hjá monnum
Leygardagin verður fyrsta spark í 14. umfari í Effodeildini, tá FC Suðuroy og oddaliðið EB/Streymur bresta saman á Jóansøku í Vági.

Sunnudagin verða hinir fýra dystirnir spældir. Í Runavík verður grannauppgerð millum NSÍ og B68, og í Gøtu hittast Víkingur og HB. Í Gundadali tekur B36 ímóti TB, og í Klaksvík fær KÍ vitjan av ÍF.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um dystirnar í 14. umfari í Effodeildini.