Fult umfar í Effodeildini verður hósdagin 28. mars, sum er skírishósdagur, og mánadagin 1. apríl, ið er 2. páskadagur
Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 3. umfar í Effodeildini, ið er á skránni hósdagin 28. mars, sum er Skírishósdag, og um 4. umfar, ið er á skránni mánadagin 1. apríl, sum er 2. páskadag.

Eisini eru øll málini, sum vórðu gjørd í 2. umfari í fremstu deildini hjá monnum, at síggja í innslagnum.