Fimm leikarar eru farnir heim til feløgini at spæla Effodystir um vikuskiftið, og nýggir leikarar innkallaðir
Føroyska U19-landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í NM-kappingini fyri U17-landslið, av tí at Skotland í evstu løtu gav avboð, hevur gjørt broytingar í hópinum undan seinastu dystunum í kappingini.
Av tí at talan ikki er um officiella kapping fyri U19-landslið, kundu nakrir spælarar ikki vera við alla kappingina.
Hósdagin fóru Poul Ingason, Ragnar Tausen og Eirikur Magnusarson heim til TB at fyrireika seg til dyst í Effodeldini leygardagin, tá tvøramenn taka ímóti B36 við Stórá. Og í dag eru Rasmus Dan Sørensen hjá B36 og Jón Áki Jacobsen hjá FC Suðuroy farnir úr landsliðsleguna, fyri at vera við til Effodystir hjá teirra feløgum um vikuskiftið.
Hetta hevur havt við sær, at venjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, hava sent boð eftir nýggjum leikarum til U19-landsliðið.
Úr 07 Vestur er komin Jákup Sveinbjørn Olsen, úr Víkingi, Bergur Gregersen, úr KÍ, Petur Andreasen og úr B36 er komin Karl Martin Danielsen.
Føroyska U19-landsliðið hevur vunnið ein og tapt tveir dystir í NM-kappingini, og leygardagin spæla teir ímóti Finnlandi um 5. plássið. Dysturin verður á Argjum kl. 11:00.