Meðan Flytingargluggin seinastu fýra vikurnar hevur verið opin, hava 32 leikarar nýtt møguleikan at skift felag
Á midnátt í gjárkvøldi lat Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur, og síðani gluggin lat upp fyri góðum fýra vikum síðani, hava leikarar, við yrkissáttmála, havt møguleika at skift ímillum felløg.
Men umframt leikarar við yrkissáttmála, hava aðrir leikarar eisini valt at skift felag meðan flytingargluggin hevur verið opin, og á midnátt í gjárkvøldið var talið av leikarum, ið seinastu fýra vikurnar hava funnið sær nýtt felag at spæla fyri restina av hesum kappingarárinum, komið upp á 32.
Serliga er tað HB, ið hevur fingið tilgongd seinastu vikurnar. Av teimum 32 flytingunum, sum eru gjørdar seinastu vikurnar, eru 10 leikarar farnir til Havnar Bóltfelag.
Niðanfyri er yvirlit yvir teir leikarar, ið hava skift felag:
Navn: | Til: | Frá: |
Dimitrije Jankovic | AB | TB |
Magnar Martin Tausen | AB | FC Suðuroy |
Tummas Justinussen | AB | ÍF Føroyar |
Evrard Ble | B36 | 07 Vestur |
Trygvi Askham | B36 | ÍF Føroyar |
Óli H. Olsen | B68 | Víkingur |
Allan G. Tungá | B71 | Dalum IF (DK) |
Pateh Bah | Giza/Hoyvík | AB |
Jóhan Glyvradal | Giza/Hoyvík | Undrið FF |
Ólavur í Ólavstovu | HB | ÍF Føroyar |
Pætur Jørgensen | HB | ÍF Føroyar |
Silja R. Róin | HB | B36 |
Guðrið Thomsen | HB | B36 |
Milja Magnussen | HB | B36 |
Páll Mohr Joensen | HB | ÍF Føroyar |
Barbara á Dungá | HB | ÍF Føroyar |
Poul Thomas Dam | HB | AB |
Jóan Magnus Dalbø | HB | Vejgaard BK (DK) |
Óli Arge | HB | NSÍ |
Jacoba Langgaard | ÍF | ÍF Føroyar |
Kára Ingolfsdóttir Djurhuus | ÍF | B68 |
Dánjal á Lakjuni | ÍF | Leiknir R (ISL) |
Jósup Henriksen | KÍ | ÍF Føroyar |
Rakul Maria Johannesen | KÍ | B36 |
Leila Pætursdóttir | KÍ | Víkingur |
Kristian B. Andreasen | KÍ | Undrið FF |
Haraldur R. Højgaard | NSÍ | B68 |
Andras Brixen Vágsheyg | NSÍ | Fremad Amager (DK) |
Jákup Johansen | Skála | ÍF |
Sjúrður Ferjá | TB | Royn |
Christian V. Jacobsen | Undrið FF | Giza/Hoyvík |
Sølvi Vatnhamar | Víkingur | Egebjerg IF (DK) |
Einaferð seint í desember letur flytingargluggin upp aftur, og verður opin til umleið hálvan mars mánaða í 2014.