Fimm av leikarunum á svenska A-landsliðnum við kvinnum, sum í komandi viku kemur til Føroyar, hava í løtuni einki felag at spæla fyri. Fyri trimum vikum síðani fór svenska meistaraliðið í kvinnufótbólti, Tyresø, á húsagang
Sviar hava seinastu mongu árini verið partur av heimselituni í kvinnufótbólti. Svenska kvinnulandsliðið hevur fingið nógv góð úrslit í EM- og HM-endaspølum, heimliga kappingin, har nakrar av heimsins bestu leikarum hava spælt, er rættiliga sterk, og svensku liðini hava eisini klárað seg væl í altjóða fótbólti.

Millum annað megnaði svenska liðið Tyresø fyrr í ár at spæla seg í Champions League-finaluna fyri kvinnur. Svenska liðið tapti kortini finaluna 4-3 fyri týska stórfelagnum Wolfsburg.

Men góðu úrslitini hava verið kostnaðarmikil fyri svensku liðini, og sviar hava brúkt og brúka framvegis nógvar pengar uppá kvinnufótbólt.

Tá Tyresø og Wolfsburg hóskvøldið 22. mai fóru á vøllin í Estádio da Luz í Lissabon at spæla Champions League finaluna, skuldi hetta samstundis vísa seg at verða seinasti dystur hjá svensku felagnum yvirhøvur. Dagin eftir boðaði leiðslan í Tyresø frá, at felagið var fari á húsagang, og allir leikararnir kundu finna sær annað felag at spæla fyri.

Serliga var tað høga lønin til heimsins besta kvinnuliga fótbóltsleikara, brasilska Marta Vieira da Silva, ið fekk felagið at snara lykilin um fyri seinastu ferð. Seinastu trý árini hevur bóltsnillingurin úr Brasil verið sáttmálabundin við Tyresø, við einari ársløn á umleið 2 milliónir krónur.

Hetta er kortini ikki fyrsta kvinnuliga fótbóltsfelag í Svøríki, sum er komið í fíggjarligar trupulleikar seinastu árini. Í 2008 mátti Umeå IK gevast við øllum yrkisfótbólti, og byrja av nýggjum.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at frá 2004 til 2008 spældi brasilska Marta Vieira da Silva við Umeå IK, og frá 2009 til 2011 spældi 28 ára gamla Marta í USA. Fyrstu tvey árini við Los Angeles Sol, og í 2011 við Gold Pride. Í 2010 fór Los Angeles Sol á húsagang, og í 2011 steðgaði alt virksemið í Gold Pride. Felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar.

Av teimum 23 leikarunum, sum verða við á føroyaferðini hjá svenska kvinnulandsliðnum í komandi viku, eru sjey, ið spæla yrkisfótbólt uttanfyri Svøríki. Hinar eru allar yrkisleikarar í heimligu kappingini. Spurningurin er so, um tær fimm, sum spældu Champions League finalu fyrr í ár, og sum nú eru noyddar at finna sær annan arbeiðsgevara, spæla seg til nýggjan sáttmála ímóti Føroyum.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00.