Leygardagin vórðu finalurnar um Eilif Arge Steypið, Cadbury Steypið og Blaðbera Steypið spældar. Tilsamans vórðu 23 mál gjørd í ársins steypafinalunum hjá gentum og dreingjum
Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá Fótbóltssambandi Føroya varð spælt um vikuskiftið.

Fyrstu finalurnar vórður spældar fríggjadagin, tá Gentur U17 spældu um Mótasteypið, og seinni fríggjakvøldið spældu Dreingir U18 um Thomas Dam Intersport Steypið.

HB-genturnar vunnu Mótasteypið eftir 3-0 sigur á KÍ, meðan B36 fór avstað við Thomas Dam Intersport Steypinum. Árstalsfelagið úr Havn vann 3-0 á EB/Streymi.

Leygardagin varð spælt um Eilif Arge Steypið, Cadbury Steypið og Blaðbera Steypið.

Í finaluni um Eilif Arge Steypið vann KÍ 2-1 á B36. Í dystinum um Cadbury Steypið vann Víkingur 5-1 á EB/Streymi, og í finaluni um Blaðbera Steypið vann NSÍ 6-2 ímóti FC Suðuroy.

Í innsløgunum niðanfyri eru tey 23 málini, sum vórðu gjørd í ársins steypafinalum hjá gentum og dreingjum.