VIDEO: Her ber til at síggja 13 av teimum 14 málunum, ið mikukvøldið vórðu gjørd í 24. umfari í EFFO-deildini
Mikukvøldið var fult umfar í EFFO-deildini á skránni. Við 2-1 sigri á ÍF, heldur B36 fast um oddasessin, meðan HB, ið vann 2-1 á Víkingi, framvegis situr tyrgt á 2. plássi í fremstu deildini hjá monnum.

Tilsamans 14 mál vórðu skorað, men vegna tekniskar trupulleikar kunnu vit tíverri ikki vísa fyrra málið í dystinum millum EB/Streym og NSÍ, sum endaði við 2-0 sigri til runavíkingarnar.