Janus Svabo Samuelsen og Noah Mneney eru boðsendir til U21-landsdystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia. Teir avloysa Jákup B. Andreasen og Mórits Heina Mortensen
——————
Venjarin hjá U21-landsliðsnum, Sámal Erik Hentze hevur verið noyddur til at gera tvær broytingar afturat í hópinum, sum skal møta Ísrael og Norðurmakedónia.
Leygardagin var kunngjørt, at Jákup B. Andreasen bleiv ryktur upp á A-landsliðið, og nú er greitt, at Mórits Heini Mortensen ikki fær spælt vegna skaða í økslini. Í staðin hevur U21-venjarin boðsent Janusi Svabo Samuelsen úr AB, og Noah Mneney úr Víkingi.
Mikudagin 2. september spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Ísrael, og vikuna eftir, tann 8. september er Norðurmakedónia mótstøðuliðið. Báðir dystirnir verða á Svangaskarði á Toftum, og byrja klokkan 17:00.
Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.
Hópurin
Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ari Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, B36
Mads Mikkelsen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andri Benjaminsen, B68
Magnus Holm Jacobsen, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Janus Svabo Samuelsen, AB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Noah Mneney, Víkingur