Fyri fjórðu ferð, skal A-landsliðið við monnum spæla undankappingardyst móti Moldova. Higartil hava Føroyar vunnið ein, og tveir eru endaðir við javnleiki

——————

Sølan av atgongumerkjum til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Moldova, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17:00, hevur gingið hampuliga væl, og seinnapartin leygardagin vóru næstan 2.300 atgongumerki seld.

Í A-landsliðshøpi við monnum hava Føroyar og Moldova møtt hvør øðrum tríggjar ferðir áður. Føroyar hava vunnið ein dyst, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.

Í verandi EM-undankapping hava moldovar fingið eina góða byrjan. Eftir fýra umfør hevur Moldova vunnið sær 4 stig, og millum annað eydnaðist teimum í summar at vinna 3-2 á heimavølli móti Póllandi.

Tá Moldova og Føroyar fyrr í ár hittust á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Úrslitið varð eisini 1-1 í Chisinau, tá liðini vóru í sama bólki í síðstu HM-undankapping, meðan dysturin á Tórsvølli endaði við 2-1 sigri til Føroyar.

Umframt vanligu atgongumerkini, er hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn fyri einans 50 krónur. Í tí sambandi verður skipað fyri stórum familjutiltaki í Gundadalshøllini millum klokkan 15:00 til 16:30. Á skránni verður ymiskt undirhald fyri børn, ókeypis pylsuvognur og sjálvandi andlitsmáling, áðrenn leiðin gongur inn á Tórsvøll til dyst.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen