Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar sunnudagin

Sunnudagin 5. mai, kl. 15:00, verða tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar.

Á Skála verður grannauppgerð millum Skála og NSÍ, og í Sarpugerði í Norðragøtu fær Víkingur vitjan av FC Suðuroy. Í Havn møtast HB og EB/Streymur, og við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ ímóti ÍF.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um fjórðingsfinalurnar, ið verða spældar komandi sunnudag.