Í sambandi við Grassrootsvikuna varð skipað fyri nógvum og fjølbroyttum fótbóltstiltøkum. Átta feløg og ein frítiðarskúli hava sent frágreiðing til FSF

Fótbóltur fyri øll, mai-juni 2014

Samandráttur

Í mars mánaða varð skriv sent feløgunum, har heitt varð á tey um at skipa fyri einum tiltaki undir heitinum FÓTBÓLTUR FYRI ØLL.

Í skrivinum varð nevnt, at “best er, um tiltakið er í viku 21, men tað er ikki nøkur treyt. Seinasta freist, at hava eitt tiltak, sum kemur undir hetta átakið, er í viku 23”

Tað er UEFA, sum heitir á øll limalondini um at royna at skipa soleiðis fyri, at serstøk grassrootstiltøk eru um somu tíð sum Champions League-finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar.

Endamálið við einum grassroots-átaki sum hesum er millum annað, at vísa á týdningin, sum grassrootsfótbólturin hevur fyri elitufótbóltin og umvent.

Hvat er so FÓTBÓLTUR FYRI ØLL? Her er tað bara hugflogið sum avmarkar. Endamálið er, at ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

Niðanfyri eru frágreiðingarnar frá feløgunum, sum eru komnar fyri tiltøkini í mai-juni 2014. Higartil hava átta feløg og ein frítíðarskúli latið frætt frá sær: 07 Vestur, B36, B71, Giza Hoyvík, HB, ÍF, KÍ, Royn og frítíðarskúlin Smílikullan í Vágunum.

Útvið 1800 børn og vaksin, mannfólk og konufólk, roynd og óroynd, hava luttikið í tiltøkunum, sum hava verið kring landið á fótbóltsvallum, sparkivallum, úti í haganum, í gongugøtuni og í ítróttarhallum.

Øll luttakandi feløgini fáa 15 bóltar frá Fótbóltssambandi Føroya. Harumframt hevur lutakast verið um 3 x 25 bóltar. Feløgini, sum eisini hava vunnið 25 bóltar, eru 07 Vestur, HB og ÍF.

 

07 Vestur

Tiltakið bleiv hildið á Valloyruni í Sandavági 5. juni kl 17:00. Tiltakið vardi í umleið 3 tímar í alt

Málbólkurin var U6 – U16. Men foreldur vóru eisini við sum hjálparfólk.

Tilsamans vóru uml 250 lutakandi

Tað vóru tíggir høvuðsvenjarir. Hegga, Jens Erik og Silva. Men teir fingu eisini hjálp frá 1. deildarhópinum.

Tiltakið byrjaði kl 17. Men fólk høvdu verið og fyrireika dagin nakrar tímar áðrenn.

Hegga segði nøkur orð um hvat fór at henda gjøgnum dagin/kvøldið. Venjarirnir høvdu sett 10 venjingarstatiónir upp, sum børnini skuldu rotera frá og til. Hetta vóru nakrar stuttligar og basal venjingar statiónir, har børnini sluppu at prøva síni evnir av sum fótbóltsleikarir. Nevnast kunnu 1 ímóti 1 einum, innarasíðu avleveringar osfr.

Við allar statiónir stóðu so leikarar frá 1. deildarhópinum. Hetta var sera vældámt millum børnini, tí nú sluppu tey at venja saman við sínum idolum. Sera stuttligt at hoyra børnini forklára um hvussu hann gjørdi tunnel móti hesum og hasum spælaranum.

Venjingardagurin vardi í ca. 1 tíma. Aftaná var grilling, kaffi, saft og kakir.

Myndir
 

B36

1. Tiltakið var 06.06.14 og vardi frá kl. 16:00 til 24:00
2. Tiltakið fyri gekk á gongi gøtuni í Havn, uttan fyri Thomas Dam ítrótt.
3. Tiltakið var serliga fyri børn og ung á mentanar náttini, men var væl vitja av øllum aldursbólkum, børnum sum vaksnum.
4. Uml. 600 luttakarar.
5. 2 leiðarar/venjarar og fleiri leikarar umboðaðu felagið hendan dagin.
6. Stutt lýsing av tiltakinum:
Í samband við Mentanarnáttina 2014 skipaði B36 fyri einum fótbóltstiltakið á gongu gøtuni í Tórshavn. Tiltakið byrjaði kl. 16.00 og helt fram til miðnátt.

Uttanfyri Thomas Dam Ítrótt á gongu gøtuni var fótbóltsvøllur, har børnini kundu spæla ein ímóti einum ella tveir imóti tveimum.

Hetta hildu tey vera sera stuttligt og nógv fólk vóru eisini rundan um og hugdu.

Børn í øllum aldursbólkum royndu seg á vøllinum, har mannagongdin var, at spælt varð til ein skoraði trý mál, onkur kláraði at gera tunnel við mótstøðuleikaran og fanga bóltin aftur, ella ein skjeyt bóltin av vøllinum.

Vøllurin var ongatíð tómur frá kl. 16.00 og fram til miðnátt og tí meta vit, at umleið 600 børn og ungdómar royndu seg.

Aftrat fótbóltsvøllinum, so var eisini borðfótbóltur, ið var væl brúktur av fólkið í øllum aldursbólkum. Skipað varð eisini fyri jongleri-kapping, har vinnarin kláraði at jonglera 278 ferðir (10 ár og eldri) og 35 (Yngri enn 10 ár).

Effo leikarar úr B36 vitjaðu eisini, og tá var møguleiki at bjóða hesum av á fótbóltsvøllinum ella í borðfótbóltið, og at fáa ein autograf frá teimum.

Tiltakið eyðnaðist sum heild sera væl og verður hetta eftir ætlan ein afturvendandi partur av Mentanarnáttini.

Tiltakið varð eisini brúkt sum ein partur av promoveringini av Adidas Summar Cup 2014, ið verður 12. juli 2014.

Myndir
 

B71

Grassrootstiltak fyriskipað av Sandoyar Ítróttarfelag, B71 anno 2014

Tíverri eydnaðist ikki fyriskiparunum at vera eins nógv úti um seg í ár samanborið við 2013. Av ymiskum orsøkum duttu ymiskar ætlanir niðurfyri hesuferð, men næsta ár er aftur eitt ár!

Tískil bleiv bert talan um tað eina tiltakið á hesum sinni, umframt alla ta dagligu venjingina, ið verður fyriskipað í felagnum.

15-16. mai – Maratonfótbóltur (24 tíma langur dystur)
Dysturin, sum vardi í 24 tímar út í eitt, bleiv spældur inni í ítróttarhøllini.

Málbólkurin var øll áhugaði, sum kundi taka lut. Luttakarar í aldrinum 5-57 ár vóru við á vøllinum. Aktivir fótbóltsleikarar og ikki aktivir, so sum bindiklubbar og mammur og pápar at børnum.

Ymsu aldursbólkarnir spældu so ásettar tíðir. Allir luttakararnir blivdu deildir í 2 lið, sum so dystaðust í eitt døgn.

Luttakarar/leiðarar/venjarar/hjálparfólk og áskoðarar 200-300 fólk.
 

Giza Hoyvík

Giza Hoyvík Mini Cup 2014
Mikudagin tann 28. mai 2014, kl 13:30 – 15:30, skipaði ungdómsnevndin hjá Giza Hoyvík fyri kapping. Málbólkurin vóru frítíðarskúlar í Tórshavn.

Heimavøllurin í Hoyvík er ikki liðugur enn og vit valdu tí at halda tiltakið í Gundadali á niðara vølli.

Til at skipa hesa kappingina vóru 4 hjálparfólk.
Størstur áhugi fyri fótbólti er oftast frá dreingjasíðuni. Men tá ið felagið eisini hevur áhuga at menna kvinnufótbóltin í Føroyum, so var okkara ynski, at hvørt einstaka lið skuldi minimum hava 2 gentur við á liðinum.

Í alt luttóku 10 lið, og liðini vóru býttar upp í tveir bólkar. Dystirnir fóru soleiðis framm:
– 4 leikvøllir
– Støddin á leikvøllinum ca. 30×20 m.
– Leiktíðin 2×5 min.
– 5 leikarir inni í senn + 3 útskiftarir.
– Bóltstødd 3
– 1 høvuðsdómari + hjálpardómarir til dystirnir

Tvey tey fremmstu liðini í hvørjum bólki kundu ogna sær luttøku í finalu, har tað var spælt um gull, silvur og bronsu. Til hettar fingu vit eisini sponsorera steyp og medaljur frá Gullhorninum. Vinnarin av kappingini gjørdist Frítíðarskúlin í Hoyvík.

Tiltakið var sera væl eydnað, og tað var stórur fagnaður hjá børnunum at luttaka í hesu kapping. Tí ætlað vit í nevndini at skipa fyri tílíkum tiltaki aftur næsta ár.

Myndir
 

HB

HB skipaði fríggjadagin 23. mai frá kl 16.30 og tveir tímar framm fyri tiltakinum “ Fótbólt fyri øll” í Gundadali.

Meginparturin av luttakarunum vóru aktiv ungfólk, sum frøddust almikið um at sleppa at spæla dyst ímóti EFFO leikarum, sum mannsterkir vóru møttir at geva teimum ungu eina góða og spennandi løtu.

Tað vóru eisini fleiri foreldur, sum hildu seg til á vøllinum. Stuttligt at síggja, hvussu tey sleptu bremsuni og bráddliga kýttu seg minst líka nógv sum tey yngru.

Dreingirnir og genturnar stríddust á hvør sínum vølli, summi saman við systkjum og foreldrum, onnur saman við lið- og skúlafeløgum.

Umframt EFFO leikarar vóru 6 venjarar saman við børnunum hesa løtuna, og mundi samlaða talið liggja millum 120 og 150 luttakarar.

Myndir frá tiltakinum síggjast á picasaweb.google.com/hbmyndir14
 

ÍF

This is information about how IF club make day “FOOTBALL FOR EVERYBODY”.

This day we call “IF FUNNY DAY” and we started 3 years ago since 2011.

Usually when we make this FUNNY DAY it is the last weekend in June or beginning of August. That time all our teams and players are free from turnament and this is last weekend before summer break for children.

If it is in August it is the first weekend after break. We choose to have this day in this period because of nice weather and everybody is good mood and also all childrens are free from competion.

Everybody is welcome to be part of this day ( Effo players, children at all age, mothers, fathers, grandmother, grandfather ..)
We make 9 stations on the pitch and make 9 groups, each group use 10 min in each station and in this 10 min we have first 5 min football exarcise with ball (dribbling, kick, reciving, stafet with the ball..) and 5 min funny exercise (jumping over something, running back,front, run around something, crawling..).

After 10 min the groups are changing stations. Before starting we ofcourse have some short warming-up, where all coaches and Effo players stay in front of everybody and make some funny movements in the rythem of some jolly music.

After finishing all 9 stations we have a brake where we enjoy a sandwich, eat fruits, drink water or some sweet drink.

After this we make two teams, sometimes we do parents and older people against young children. And after this game we finish the day with some funny dance where we all together participaits – Effo players, children, mothers, fathers, grandmother, grandfather.

We are normally about 150 people and everybody are really enjoying this day and go home with a big smile on their faces.

You are all more than welcome to come and enjoy this day with us.
 

28. mai vóru 120 væl nøgdir leikarar og 15 venjarar/hjálparfólk virkin frá kl. 14 til 16.

Orsøkin var, at KÍ skipaði fyri tiltakinum: “Fótbóltur fyri øll”.

Í mun til í fjør, so setti Ungdómsbólkurin hjá KÍ sær sum mál at hava eitt felagstiltak fyri fólki við breki og fyri leikarunum hjá felagnum tvørtur um aldursmark og kyn.

Tiltakið varð sett til at vera 28. mai kl. 14. Tiltakið varð væl lýst, m.a. í Norðlýsinum, á heimasíðuni hjá ÍSB, hjá KÍ, og á Facebook. Heitt var á leiðaran hjá Rásini í Runavík og U18 venjarin í felagnum, Sonna Djurhuus, og Ungdómsmenningarleiðarin hjá KÍ, Jóan Paula Jacobsen, um at samskipa tiltakið.

Mánakvøldið møttust Ungdómsbólkurin og Sonni fyri at leggja síðstu hond á tiltakið. Sodavatn varð bílagt frá Føroya Bjór. Kl. 13 vórðu málini og vallirnir sett upp, og seinastu fyrireikingarnirkomu upp á pláss. 15 venjarar og hjálparfólk játtaðu seg til at taka lut.

Fyrst vórðu leikararnir hitaðir upp við ymiskum stuttligum spølum og vórðu síðani koyrdir í 10 bólkar à 12 leikarar.

Leikararnir ferðaðust so millum allar 10 venjingarnar og at enda spældi man dystir. Til sjálvar venjingarnar vóru teir vanligu árgangirnir saman, meðan teir vórðu koyrdir í ymisk lið, tá dystirnir vórðu leiktir.

Aftaná vóru venjararnir og leikararnir væl nøgdir, tí man fekk tað burturúr, sum man hevði ætlað. Venjingarnar riggaðu væl, men tíðspunktið kl. 14 kundi verið betri. Tó er ivasamt, um vit kundu havt nógv fleiri leikarar inni á vællinum í senn.

Myndir
 

Royn

Í sambandi við Grassrootstiltakið, hevur Bóltfelagið Royn skipað fyri tveimum tiltøkum. Fyrsta tiltakið var fyri dagrøktarmammum v. børnum 23/5, tað seinna tiltakið verður fyri skúlabørnum og lærarum 17/6.

Fyrra tiltakið var 23. mai, har dagrøktarmammur v. børnum 50 stk. í alt møttu í Roynhøllini kl. 8.00 – ótu morgunmat saman, og fóru oman á plenuna kl. 9.00.

Á plenuni bleiv vant nógv ymiskt, skjótleika, kordinatión osv. Venjingin bleiv fyriskipa av forkvinnuni í Royn, okkara høvuðsungdómsvenjara Niels Petersen og Rúna Thomsen venjara. Afturat forkvinnu og venjarunum, vóru 3 hjálparfólk, ið øll eru von við at spæla fótbólt.

Børnini og dagrøktarmammurnar vóru á plenuni til 10:15, og komu síðani niðan í høllina aftur at fáa sær frukt og vatn. Fóru síðani aftur á vøllin at venja víðari 10:45 til kl. var 12.00. Tá vóru allir gestirnir og venjarar/hjálparvenjarar bjóðaðir til døgurða og luttøkumedalju. Dagrøktarmammur + børn hugnaðu sær víðari í høllini til kl. 16.
 

Grassroots í Hvalba 17/6 í 2014

Seinna tiltakið er eitt samstarv ímillum Bóltfelagið Royn og Hvalbiar skúla – tiltakið skuldi vera 10/6 , men valdi skúlin at avlýsa vegna ringa veðrið. Tiltakið varð í staðin 17/6, har allur Hvalbiar skúli uml. 70 børn – uttan framhaldsdeildina, vegna roynd – vóru á plenuni.

Tiltakið er samskipa av høvuðsungdómsvenjara Niels Petersen, Rúna Thomsen venjara og lærarabólki frá Hvalbiar skúla (harímillum Óli Johannesen – TB). Til hesar venjingar varð sami leistur nýttur sum til barnagarðsbørnini, bara meiri meindaður uppá at børnini eru eitt sindur eldri. 10 lærarar, 4 venjarar, skúlastjórin og forkvinnan í Royn, ið luttóku til hetta tiltakið.

Avgjørt var at upphitinigin var inni og úti – fyri at deila børnini so nøkulundani upp – her upphita tey við borðtennis 🙂

Eftir hetta, bleiv høllin og vøllurin deildur upp í "verðina", har hvørt land hevði ein aktivitet. M.a. har Canada var at dribla ein bólt ímillum keylur, við beininum man vanliga ikki sparkar við og so í mál, USA var at kasta innkast í ein kagga, Danmark var at hava ein bólt í luftini sum longst, Japan var at standa á einum balancubretti og kasta ein bólt ímillum sín osv. var inni. Her vóru 2 venjarir + 4 lærarar (harav Óli Johannesen).

Úti vóru 1-3 flokkur og vandu koordinatión og skjótleikavenjing, 6-7 flokkur vandu somuleiðis koordinatión og skjótleikavenjing – og sluttaðu við einum dysti gentur ímóti dreingjum. Her vóru 2 venjarar og 2 lærarar.

Børnini møttu í skúlanum kl. 8 til morgunmat, síðani varð farið út á fótbóltsvøllin at venja. Frukt/vatn pausa kl. 10:15 – 10:45. Og so aftur á vøllin at venja í 1 tíma og 15 min. Eftir hetta varð døgurið í skúlanum fyri børnunum.
 

Smílikullan

Frítíðarskúlin í Vága Kommunu
Fríggjadagin 6. juni var grassrootsdag fyri børnunum frá kl. 13.30 til 16.30.

Vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu leika fótbólt í øllum bygdunum í Vágoynni (Gásadali, Bø, Sørvági, Vatnsoyrar, Miðvági og Sandavági).

Vit leigaðu buss sum koyrdi okkum frá stað til stað. Vit brúktu teir fótbóltsvallirnar/sparkivallirnar, sum eru í bygdunum. Men í Gásadali er eingin fótbóltsvøllur/sparkivøllur, so har leiktu vit á einum stykkið á bønum.

Smílikullan er ein frítíðarskúli fyri 1 og 2 flokk. Vit høvdu uml 20 børn. 2 venjarar.

Myndir