Fríggjadagin vitjaðu føroysku A-landsliðsleikararnir á torginum í SMS, har teir skrivaðu autografar
Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Føroyar og Finnland, sum verður á Tórsvølli sunnukvøldið 7. september kl. 19:45, hevur gingið væl.

Umframt møguleikan at keypa atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF, hevur eisini verið skipað fyri atgongumerkjasølu á torginum í SMS. Har afturat selja Sportigan og Inter Sport, í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, atgongumerki og landsliðstroyggju fyri einans 400 krónur.

Í sambandi við atgongumerkjasøluna í SMS vitjaði landsliðsleikarar á torginum í sølumiðstøðini seinnapartin fríggjadagin, har teir skrivaðu autografar til øll tey, ið komu framvið at heilsa uppá.

Atgongumerki á 100 krónur kunnu eisini keypast í øllum Fast-handlunum kring landið og við dyrnar (Fast í Gundadali) áðrenn dystin.

Myndir