Christian Lamhauge Holst legði Føroyar á odda stutt fyri steðgin, men í seinna hálvleiki skoraðu finnar tríggjar ferðir og vunnu til endans 3-1
Føroyska A-landsliðið við monnum tapti fyrsta dystin í undankappingini til EM 2016. Tað sá annars gott út fyri føroyska liðið eftir fyrstu 45 minuttirnar, men í seinna hálvleiki avgjørdu finnar dystin til egnan fyrimun.
Eftir eina heldur trilvandi byrjan kom føroyska liðið meir við í dystin, og tá fýra minuttir vóru eftir at spæla av fyrra hálvleiki fangaði Christian Lamhauge Holst bóltin í finsku verjuni. Holst royndi seg við góðum skoti við brotsteigarmarkið, og so varð 1-0 til Føroyar.
Finnar sótu sum heild á meginpartin av spælinum og komu eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar. Men Gunnar Nielsen spældi ein góðan dyst, og í fleiri førum vísti Gunnar málmansspæl í heimsflokki. Kortini eydnaðist finnum at skora tríggjar ferðir í seinna hálvleiki, so endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til Finnland.
Næstu dystir hjá føroyska liðnum verður um ein góðan mánaða. Leygardagin 11. Oktober spæla Norðurírland og Føroyar, og tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Ungarn.
Samstundis sum Føroyar og Finnland spældu á Tórvølli, vórðu tveir aðrir dystir spældir í EM-undankappingarbólki F. Í Grikkalandi vunnu rumenar 1-0 og í Ungarn vann Noðurírland 2-1.