Finski landsliðsvenjarin, Mixu Paatelainen hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystin ímóti Føroyum, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 7. september
Farna sunnukvøld setti føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, navn á teir 24 leikararnar, sum í komandi viku verða við í fyrireikingunum til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, ið verður á Tórsvølli sunnudagin 7. september, kl. 19:45. Og í dag hevur venjarin hjá Finnlandi, Mixu Paatelainen kunngjørt finska hópin til dystin ímóti Føroyum.

Paatelainen hevur sent boð eftir 23 leikarum, ið eisini er talið á leikarum, sum kunnu verða á dómaraseðlinum í sambandi við dystin. Og av teimum 23, eru bara triggir, ið spæla í heimligu kappingini í Finnlandi. Restin eru yrkisleikarar í Danmark, Svøríki, Noreg, Russlandi, Póllandi, Sotlandi, Týsklandi, Spania, Hollandi, Italia og Onglandi.

Finski hópurin:
Lukas Hradecky, Brøndby IF (DEN)
Niki Mäenpää, VVV Venlo (HOL)
Jesse Joronen, Fulham FC (ENG)
Veli Lampi, HJK (FIN)
Sebastian Sorsa, HJK (FIN)
Kari Arkivuo, BK Häcken (SWE)
Jere Uronen, Helsingborgs IF (SWE)
Joona Toivio, Molde FK (NOR)
Juhani Ojala, FC Terek Grozny (RUS)
Niklas Moisander, AFC Ajax (HOL)
Perparim Hetemaj, AC Chievo Verona (ITA)
Alexander Ring, FC Kaiserslautern (GER)
Tim Sparv, FC Midtjylland (DEN)
Markus Halsti, Malmö FF (SWE)
Teemu Tainio, HJK (FIN)
Joni Kauko, FSV Frankfurt 1899 (GER)
Roman Eremenko, PFC CSKA Moskva (RUS)
Kasper Hämäläinen, Lech Poznan (POL)
Teemu Pukki, Celtic FC (SCO)
Riku Riski, Rosenborg BK (NOR)
Joel Pohjanpalo, Fortuna Düsseldorf (GER)
Eero Markkanen, Real Madrid Castilla (ESP)
Petteri Forsell, IFK Mariehamn (SWE)

Í seinasta styrkislistanum hjá FIFA, sum kom út í juli mánaða, eru finnar nummar 55 í heiminum.