Nú er greitt hvørji lið skulu spæla ársins steypafinalur í yngru deildunum hjá bæði gentum og dreingjum. KÍ er best umboðað í ársins steypafinalum
Um ein lítlan mánaða, vikuskiftið 23. og 24. august verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur, bæði hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.
Áðrenn seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar er longu greitt, at KÍ verður best umboðað í ársins steypafinalum. Higartil hava klaksvíkingar spælt seg í fýra finalur, og hava framvegis møguleika fyri at fáa 5. liðið í eina finalu í hesum kappingarárinum.
23. og 24. august 2013
Steypafinalurnar í ár verða spældar eftir sama leisti sum í fjør, tá Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri einum stórum finaluvikuskifti á Tórsvølli í Havn. Tvær finalur verða spældar fríggjakvøldið 23. august, meðan fimm steypafinalur verða spældar leygardgain 24. august.
Fríggjakvøldið 23. august verða finalurnar um Mótasteypið (Gentur U17) og Thomas Dam og Co. Steypið (Dreingir U18) spældar. Í steypakappingini hjá Gentur U17 hava KÍ og Víkingur spælt seg í finaluna, meðan dreingirnir hjá EBStreymur/Skála og KÍ slulu dystast í finaluni um Thomas Dam og Co. Steypið í kappingini hjá Dreingir U18.
Leygardgain 24. august verða finalurnar um Blaðberasteypið (Dreingir U16), Cadbury Steypið (Dreingir U14), Eilif Arge Steypið (Gentur U14), steypafinalan hjá kvinnum og til seinast finalan um Løgmanssteypið hjá monnum.
Í steypakappingini hjá Dreingir U16 og Dreingir U14 verða tað HB og NSÍ, sum skulu dystast í finalunum, meðan B68 og KÍ hava spælt seg í finaluna í steypakappingini hjá Gentur U14.
Kvinnurnar og Løgmanssteypið
KÍ-kvinnurnar hava aftur í ár spælt seg í finaluna, eftir tryggan sigur á felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála. Hinvegin var tættari í hálvfinalunum millum ÍF og Víkingi, sum samanlagt endaði við javnleiki 3-3. Av tí at kvinnurnar úr Fuglafirði skoraðu eitt mál á útivølli, hava tær vunnið rættin til at spæla ársins finalu.
Í kappingini um Løgmanssteypið er alt framvegis opið eftir fyrru hálvfinalurnar, um tað verður KÍ ella EB/Streymur, sum skal møta Víkingi ella NSÍ.
Fyrra hálvfinalan millum Víking og NSÍ endaði við 3-2 sigri til Víking, meðan tað í fyrru hálvfinaluni millum KÍ og EB/Streym gjørdist úrslitið javnleikur 1-1.
Seinnu hálvfinalurnar um Løgmanssteypið verða mikudagin 7. august, og tá spæla EB/Streymur og KÍ við Margáir, meðan NSÍ tekur ímóti Víkingi. Dysturin millum NSÍ og Víking verður væntandi spældur á Toftum, um arbeiðið, at skifta vøllin við Løkin í Runavík, ikki verður liðugt áðrenn 7. august.