Tað verða KÍ og HB ið skulu spæla steypafinaluna hjá Gentur U17, og B36 og KÍ í Gentur U14
Kvinnurnar í Klaksvík hava seinastu nógvu árini mynda oddin í føroyskum kvinnufótbólti, og í ár er heldur einki undantak.
Í 1. deild hjá kvinnum er KÍ fremst, og undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, sum verður spæld í kvøld móti AB, hava klaksvíkskvinnurnar so gott sum annað beinið í finaluni. Fyri trimum vikum síðani vunnu klaksvíkskvinnur fyrru hálvfinaluna 4-0.
Men tað er ikki bara í fremstu deildini, at klaksvíkskvinnur og -gentur standa seg væl í fótbólti. Í yngru deildunum hevur eisini hilnast væl, og í báðum steypafinalunum hjá gentum, er KÍ annað liðið.
Í steypakappingini hjá Gentur U17 verða tað KÍ og HB sum bresta saman í finaluni, og í kappingini hjá Gentur U14, verða tað B36 og KÍ ið skulu spæla ársins steypafinalu.
Steypafinalurnar verða á Tórsvølli leygardagin 25. august.