Nú er greitt hvussu spælast skal í undanumfarinum og í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. ÍF og EB/Streymur bresta saman í 1. umfari

Lutakast hevur í kvøld verið um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í fyrsta umfari í kappingini um Løgmnssteypið.

Vegna Fótbóltssamband Føroya, vóru Jákup Martin Joensen og Trygvi Mortensen, í sjónvarpsstovuni, har teir saman við vertinum Leivi Frederiksen, avgreiddu lutakastið.

Og eftir at allir bóltarnir vóru drignir úr bollanum, var greitt, at vit fáa onga endurtøku av finalunum ið hava verið seinastu tvey árini.

Undanumfarið:
FF Giza/FC Hoyvík – MB (dystur 1)
Undrið FF – Royn (dystur 2)

1. umfar:
V2 – B71
KÍ – NSÍ
FC Suðuroy – Skála
AB – V1
TB – HB
B68 – 07 Vestur
Víkingur – B36
ÍF – EB/Streymur

Dystirnir í undanumfarinum verða spældir 24. mars, meðan dystirnir í 1. umfari verða spældir mánadagin 9. apríl.