Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum hevur verið. Og nú er greitt, at finalan seinastu tvey árini verður ikki endurtikin
Seinastu tvey árini hevur finalan um Løgmanssteypið verið spæld millum EB/Streym og Víking. Men soleiðis verður ikki í ár
Lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum í var mánakvøldið í 3-2 í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Jógvan Páll Joensen, limur í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya dróg liðini úr glasbollanum, og har háttaði tað seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møtast Víkingur og EB/Streymur, meðan tað verða B68 ella ÍF, sum í hinari hálvfinaluni skal spæla ímóti HB.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 21. mai:
Víkingur – EB/Streymur
B68 ella ÍF – HB
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 18. juni:
EB/Streymur – Víkingur
HB – B68 ella ÍF
Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 30. august, kl. 19:45.
Leggjast kann afturat, at fjórðingsfinalan millum B68 og ÍF verður spæld mikudagin 7. mai.