Á aðalfundinum hjá FSF leygardagin varð almannakunngjørt, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður spæld á Tórsvølli leygardagin 25. august

Seinastu tvey árini hevur finalan í kappingini um Løgmanssteypið, og finalan í steypakappingini hjá kvinnum, verið spæld í Klaksvík. Umstøðurnar kring finalurnar hava verið sera góðar, og áskoðararnir hava eisini verið nógvir til dystirnar við Djúpumýru, samstundis sum Summarfestivalurin hevur verið í Klaksvík.

Men á aðalfundin hjá FSF, sum varð hildin á Hotel Hafnia í dag, varð almannakunngjørt, at steypafinalurnar í hesum árinum verða spældar í høvuðsstaðnum.

Samstarvsavtala er gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssamband Føroya um, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið, finalan í steypakappingini hjá kvinnum, og allar finalurnar hjá yngru deildunum, verða spældar á Tórsvølli leygardagin 25. august.

Hetta er tó treytað av, at graslíkið er lagt á Tórsvøll, og vøllurin verður klárur til ásetta dag.

Væntandi verður finalan um Løgmanssteypið spæld leygarkvøldið 25. august kl. 19.45.

Hesin leistur, í FSF nú ferð at royna, er júst tað ið Flogbólts- og Hondbóltssambandið hava gjørt seinastu árini, við at skipa fyri einum vikuskifti, har allar steypafinalurnar verða spældar.