FSF Varpið: HB og ÍF gjørdu sína skyldu sum oddalið, og AB vann heldur óvæntað, eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum, tá tríggir dystir í 16. umfari í Effodeildini vórðu spældir sunnudagin

Í FSF Varpinum hesaferð ber til at síggja tey 15 málini, sum vórðu gjørd í teimum trimum dystunum í 16. umfari í Effodeildini, sum vórðu spældir sunnudagin.

Dystirnar EB/Streymur – NSÍ og 07 Vestur – Víkingur eru í fyrstu atløgu útsettir til 18. september.