Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta her um dystirnir ið eru á skránni í Effodeildini um vikuskiftið
8. umfar í Effodeildini er á skránni um vikuskiftið. Tveir dystir verða spældir leygardagin, meðan tríggir verða sunnudagin.
Leygardagin spæla TB og B68, og HB – ÍF. Við Stórá í Trongisvágið verður sett í gongd klokkan 15:00, meðan dysturin í Gundadali byrjar klokkan 17:00.
Dystirnir sunnudagin eru hesir:
KÍ – FC Suðuroy
B36 – Víkingur
EB/Streymur – NSÍ
Allir dystirnir sunnudagin byrjað klokkan 15:00
Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um dystirnar í 8. umfari. Serligt fokus verður sett á føroyameistararnar úr B36, sum hevur tapt seinastu tríggjar dystirnar.