FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um 9. umfar í Effodeildini, sum verður spælt komandi vikuskiftið
Fyrsti dystur í 9. umfari í fremstu deildini hjá monnum verður spældur fríggjadagin, tá Víkingur og KÍ bresta saman í Sarpugerði í Norðragøtu, meðan hinir fýra dystirnar verða spældir sunnudagin.

Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um komandi dystir, umframt at málini frá 8. umfari eisini verða víst í sendingini.